Onki umboð úr Sandoynni varð valt á løgtingsvalinum í gjár. Hetta er fyrstuferð nakrantíð at tað hendir, hóast úrslitið seinast líktist, men tá fingu bæði Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu sæti á tingi tá teir vórðu valdir varamenn.
Nú er Páll á Reynatúgvu ov langt niðri á listanum til, at tað er sannlíkt at hann kemur inn sum varamaður.
Páll á Reynatúgvu sigur, at sum valskipanin er, ivast hann í, um Sandoyggin aftur fær umboð valt á løgting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo