Viðhvørt ber til hjá miðlunum at siga eina sólskinssøgu, og her er ein.
Tá fiskibáturin Elite Navigator mikudagin knappliga hvarv við manni og mús uttan at senda út neyðarkall ella nakað stúrdu øll fyri tí ringasta.
Báturin róði út úr Nýfundlandi, manningin taldi sjey, og fáur mundi vænta at tað sum hendi fór at henda. Tí knappliga, næstan tvey samdøgur eftir, at báturin hvarv, vórðu allir funnir á lívi í einum bjargingarbáti, skrivar CBC.
Onki stendur um, hvat hendi og hví manningin var noydd at fara í bjargingarbátin. Men sjálvt um skip, tyrlur og flogfør leitaðu síðani mikudagin, tá samband ikki fekst við bátin meira, so gekk rúm tíð áðrenn teir vórðu funnir, millum annað tí at nógvur mjørki var har á leiðini sum hendingin fór fram.
- Øll stúrdu fyri tí ringasta, men so hendi hetta. Tað er onki minni enn eitt undur, sigur Michael Tiller, borgarstjóri í bygdini New-Wes-Valley, hagani flestir av manningini komu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo