Samgongan feldi uppskotið hjá Jørgen Niclasen um at játta 2,5 milliónir krónur til lendingina og bakkaverju í Mykinesi.
Í viðmerkingunum til uppskotið stóð millum annað, at ábøturnar er longdur bryggjukantur, sum eisini gevur 80 kvm av tiltrongdum standiplássi til ferðafólk. Eisini verður rekkverk og ein kantstokkur fram við keiini.
Hin ábótin er ein bakkaverja. Sørvágs Kommuna hevur fyri stuttum asfalterað Fjørudals-gøtuna, og eftir stuttari tíð er riva komin í asfaltið. Fóturin niðri á hellini í gjónni gevur seg undan.
Samgongan vísti á, at gerast skuldu fleiri kanningar, men sambært viðmerkingunum hevur Sørvágs Kommuna longu saman við Landsverki gjørt kanningar og víst á ábøtur, sum fara at hava stóran týdning fyri tryggleikan hjá teimum, sum koma í land í oynni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo