Fríggjadagin hevur Faer Isles Distillery í Vestmanna "ársaðalball", sum er ein ótraditionell roynd at samantvinna ársaðalfund við at fagna og njóta vørurnar og felagsskapin millum mongu partaeigararnar hjá felagnum.
- Eftir tvey umfør av altjóða hópfígging (í 2021 og 2023) hevur Faer Isles Distillery nú fleiri enn 1000 partaeigarar í 31 londum. Harav er helmingurin føroyingar, so tað svarar til knøpp 2% av øllum vaksnum føroyingum, sigur Dánjal Hoydal, stjóri.
- Ársaðalballið verður tí hildið bæði á staðnum og á netinum, har teir mongu útlendsku partaeigararnir eisini kunnu luttaka, sigur hann.
Sjálvur aðalfundin er sum vera mann bara fyri partaeigarar, men frá kl. 17 verða hurðarnar opnaðar fyri almenninginum eisini við millum annað live tónleiki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo