Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Soleiðis sum skipanin er í dag, hava hvørki skúlaleiðslan ella skúlamyndugleikarnir rætt at fregnast um ella spyrja, hvør orsøkin er til, at lærari verður sjúkrameldaður. Allar langtíðar sjúkrameldingar verða skrásettar í Undirvísingarstýrinum, tó uttan at orsøkin til sjúkrameldingina er skjalfest. Tí ber ikki til hjá Hjalmari Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, at geva okkum eina mynd av, í hvussu stóran mun orsøkirnar til sjúkrameldingarnar standast av arbeiðsávum, herundir sálarliga arbeiðsumhvørvinum ella øðrum.

- Tað er sjálvandi best, um lærari og leiðsla kunnu tosa so væl saman, at orsøkin til sjúkrameldingina er kend og tí kann hjálpast sum best. Undirvísingarstýrið fær fráboðan frá skúlaleiðslunum um sjúkrameldingar, tá ið tørvur er at seta vikar í staðin, men vit hava onga skipan, sum skrásetir, hví fólk verða sjúkrameldað, og einki stendur á sjúkrameldingini um orsøkina. Bara í teimum førunum, har ein skúlastjóri ella fyrstilærari verður raktur av strongd, og viðkomandi upplýsir okkum hetta, kennir Undirvísingarstýrið orsøkina til sjúkrameldingina. Vit hava heldur eingi beinleiðis amboð sum so at seta tiltøk í verk, tá ið trupulleikar eru við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tó hevur Undirvísingarstýrið í einstøkum førum verið uppi í málum í skúlum, ráðgivið og sett tiltøk í verk, har trivnaðurin ikki hevur verið góður, og eisini rindað fyri sálarliga hjálp til partarnar, sum eru uppií. Vit játta ikki einstøkum lærarum stuðul til sálarfrøðing, men vísir ein skúlaleiðsla okkum á eitt mál, har tað verður mett, at sálarfrøðingur kann loysa nøkur viðurskifti, so játta vit. Eg veit, at skúlaleiðslur royna finna loysnir í skúlanum, um tað er so, at ein lærari, sum hevur verið sjúkrameldaður, ikki orkar í sítt gamla starv aftur.

Í 2019 vóru umleið 1080 lærarar  í starvi í fólkaskúlanum; ársverkini vóru 722 í tali. Hvussu nógvir lærarar eru sjúkrameldaðir um árið, er rættiliga ymiskt, eisini hvussu langar sjúkrameldingarnar eru, men í hvørkjum einasta skúlaári eru altíð nakrir lærarar sjúkrameldaðir. Undirvísingarstýrið skrásetir langtíðar sjúkrameldingarnar og hevur í ávísum førum eyguni eftir, um tað í summum skúlum eru fleiri sjúkrameldingar samanborið við í øðrum. Skúlarnir skulu skráseta allar sjúkradagar.

Um ein lærari er sjúkrameldaður í 120 dagar í einum 12 mánaðarskeiði, kann tann sonevnda 120 daga-reglan brúkast til at stytta møguliga uppsagnartíð. Um útlit eru fyri, at viðkomandi ikki kemur aftur til arbeiðis, hevur henda regla verið brúkt, vísir Hjalmar Hansen á.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2020, sum er serblað um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo