Almanna- og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur sett sær fyri, at ongin skal mangla song fyri náttina.
Seinastu tíðina er tað nógv ið bendir á, at heimloysi er vaksandi í Føroyum. Talið av herbergsplássum stendur ikki mát við tørvin, og hevur tað havt við sær, at fleiri sova úti um náttina, tí tey ikki hava tak yvir høvdið.
Fyri at loysa átrokandi tørvin hava Almanna- og mentamálaráðið, Almannaverkið og Frelsunarherurin saman tikið stig til at økja talið av plássum á Herberginum frá tveimum til átta.
Ásannandi at veturin er í nánd, og at tað er átrokandi at fáa gongd á hetta, er avgjørt at herbergisplássini vera tøk frá 1. oktobur í ár. Samstundis verður arbeitt við at gera nakrar tillagingar í bygninginum, ið fara at betra um umstøðurnar frá 1. novembur.
Við einum herbergsplássi fær ein í boði eina heita máltíð, tá ið komið verður, song fyri náttina og atgongd til brúsu og skiftiklæðir. Tá viðkomandi, ið fær innivist, skal vera úti úr kamarinum, er dagtilboðið á Herberginum opið. Dagtilboðið fevnir um hitastovu og døgurða. Ein sosialráðgevi frá Almannaverkinum er eisini javnan á Herberginum og kann hjálpa við ráðgeving og øðrum.
Hetta er eitt øki, ið stendur mær nær, og tí eri eg sera fegin um, at tað er eydnast at finna eina loysn so skjótt í góðum samstarvi við Frelsunarherin og Almannaverkið. Vit mugu tó ásanna, at trupulleikarnir hjá heimleysum eru samansettir, og tí er hendan loysn bert eitt fyrsta stig á vegnum”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Tað eru tríggir sjálvbodnir felagsskapir, sum í dag fáa stuðul til at veita serlig bútilboð til heimleys. Blái Krossur í Havn hevur sjey pláss, Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík hevur átta pláss og Frelsunarherurin hevur 20 pláss á Herberginum í Havn. Av teimum í alt 35 plássunum eru í dag bert tvey herbergspláss, og eru hesi á Herberginum í Havn.
Við hesum átaki verður talið av herbergisplássum økt frá tveimum til átta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo