Fundurin í ST trygdarráðnum í dag er endaður mestsum úrslitaleysur, tí ongin semja fekst ímillum øll londini.
Ímeðan fleiri lond við Ísrael og USA á odda vilja fordøma iranska álopið á Ísrael í gjár harðliga, siga Iran og Russland, at vesturheimurin ber seg at sum ein hyklari, tí hann vil ikki fordøma álopið á iransku sendistovuna í Damaskus, sum Iran sigur Ísrael framdi.
Allir teir 15 limirnir í trygdarráðnum høvdu møguleika at siga sína hugsan, umframt Iran og Ísrael, sum eru teir báðir stríðandi partarnir.
Sýria var eisini boðið við á fundin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo