Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport: Nú er bert ein vika til Paralympisku leikirnir (PL) í París verða settir.

Fyrireikararnir hava lovað eitt brak av einari setan á Place de la Concorde og Champs-Elysées tann 28. August uml. Kl. 19 føroyska tíð.

Fyri fyrstuferð síðani Føroyar fingu limaskap í altjóða felagsskapinum ISOD í 1981, verður onki føroyskt ítróttarfólk við til Paralympisku leikirnar.

Vit høvdu leingi eina vón um at onkur fór at klára úrtøkukrøvini, men fyri tíð síðan gjørdist tað okkum greitt at tað helst ikki fór at eydnast hesuferð.

Hetta er samstundis ein staðfesting av at gáttin til PL er sera høg, og skal nógv til fyri at verða ímillum tey 4400 úrvalsítróttarfólkini ið verða við í Paris2024

Parasport Føroyar fór í fjør undir nýggja strategi, har eitt av málunum er at rekrutera yngri ítróttarfólk og geva teimum møguleikan at kappast í altjóða kappingum.

Sum liður í hesum hava vit m.a. ment eitt venjingartilboð “Markleys” har ung íðkandi við kropsligum breki, saman við øðrum javnlíkum, fáa møguleikan at mennast og fáa smakkin fyri ítrótti.

Fyrsta Markleys átakið « Markleys badminton » hevur nú verið í gongd í eitt lítið ár, við góðari undirtøku.

Hetta heldur fram, og verður nú farið undir svimjing eftir sama leisti.

Við hesum, og øðrum miðvísum átøkum vóna vit, at vit um 4 ár, tá Paralympisku leikirnir verða í Los Angeles, aftur síggja Merkið verða borið inn á leikvøllin.

Hóast ongin føroyskur íðkari er við í PL hesuferð viðmæla vit øllum føroyingum, ið hava møguleika, at fylgja við tá úrvalsíðkarar úr øllum heiminum aftur fara at kappast á ymisku leikvøllunum kring París í døgunum 29. august til 8. septembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo