Herfyri skrivaði VP um aldumátaran norðanfyri, sum ikki hevur verið virkin síðani í vár einaferð og sum Landsverk tá segði skjótt fór at virka aftur. Síðani er tað hent, at teir allir eru blivnir óvirknir.
Vanliga síggjast fýra aldumátarar á síðuni hjá Landsverki á netinum, og teir geva upplýsingar um alduhædd, týdd, longd og ymiskt annað.
Síðani 9. juli hava upplýsingarnar á síðuni hjá Landsverki ikki verið dagførdar.
Hví so er, vita vit ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo