Tað verða ongi veðurtíðindi í sjónvarpinum fyribils.
Vegna summarfrí eru veðurtíðindini aftaná Dag og Viku í KvF fyribils hildin uppat, men gongst sum ætlað, so verða tey aftur á skránni áðrenn juli mánaði er av.
Tað upplýsir Bárður A. Niclasen, deildarleiðari á Veðurstovuni, fyri VP.
- Vit vóna at fara í luftina aftur við sjónvarpsveðrinum 16. Juli, men í so fall so hongur hetta bert á einum persóni. So um viðkomandi til dømis er sjúkur, so verður einki fyrr enn áðrenn Ólavsøku, tá fólk byrja at koma aftur úr feriu, sigur hann.
Annars verður upplýst, at aðrar tænastur hjá Veðurstovuni koyra sum vanligt, hóast summarfrí er. Ætlanin er eisini at seta fleiri fólk í heyst, og tað skuldi gjørt, at sjónvarpsveðrið verður at síggja sum vanligt næsta summar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo