Í morgin, tollaksmessudag, veksur vindurin sum frálíður upp í hvassan vind av lágætt, tað verður lýggjari, úr 2 upp í 9 stig og ælaveður.
Týsdagin, jólaaftan, verður ein skáði um middagsleitið, annars frískur vindur av lágættum, mest útsynningi, um kvøldið upp í skrið ella storm, okkurt æli og hitin upp í 9 stig.
Mikudagin, fyrsta jóladag, strúkur í vindi av útsynningi, okkurt æli tíðliga á degnum annars turt, hitin um 7 stig.
Hósdagin, annan jóladag, strúkur í vindi ella skrið av útsynningi, smáskýggjað men eisini sólglottar, hitin um 6 stig.
Fríggjadagin verður sama veður, kanska heldur minni vindur.
Næsta vikuskifti verður kaldari, niður ímóti frosmarkinum, og heldur minni vindur. Langtíðarforsøgnin kundi bent á, at tað verður hvítt um ársskiftið og minni vindur enn um jólini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo