- Um landsroyndir verða í skúlaárinum, sum júst er byrjað, fáa vit at síggja; tað veldst um, hvussu tøkniligu trupulleikarnir verða loystir.
- Eg kann ikki biðja skúlarnar skipa landsroyndir, so leingi tøknin ikki riggar. Skipanin, sum hevur verið brúkt, skal skiftast út við eina aðra, og mær vitandi er tað ikki hent enn; trupulleikarnir eru tí ikki loystir, sigur Rigmor Dam, mentaráðkvinna við Skúlablðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo