Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 54-064/2022 frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um møguleikar fyri víðari lesnaði innan vinnuligar útbúgvingar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at gera fleiri «Top-Up» til styttru framhaldsútbúgvingarnar, soleiðis at tey lesandi kunnu gerast professións bachelor í Føroyum?

2. Hvørja yvirskipaða ætlan hevur landsstýrið við styttri framhaldsútbúgvingunum?

3. Hvussu nógv eru seinastu 10 árini vorðin liðug at lesa styttri framhaldsútbúgvingar í Føroyum? Og hvat er talið í Danmark av føroyskum lesandi?

4. Hvør er kostnaðurin av at bjóða eina ”Top Up” útbúgving innan eitt nú marknaðarførslu ella altjóða handil?

Svar
Til 1:

Ein top-up útbúgving er ein professiónsbachelorútbúgving, sum kann takast uppá 1,5 ár, tá ið tann lesandi longu hevur lokið eina styttri framhaldsútbúgving. Hetta er ein útbúgving, sum er á bachelorstigi. Glasir veitir í dag fýra ymiskar útbúgvingar á bachelorstigi. Hesar eru Byggifrøði, Innovatión og íverksetan (top-up), HD og Diplom í Leiðslu (diplomútbúgvingar).

Í løtuni fyriliggja ongar ítøkiligar ætlanir um at veita fleiri top-up útbúgvingar, men eg eri tó sinnaður at taka tað orðaskifti og at fáa eina fakliga meting gjørda av teimum tilboðum, sum eiga at verða boðin út, um politisk undirtøka er fyri tí.

Partur av orsøkini til at ongar ítøkiligar ætlanir fyriliggja, kemst partvís av tí, at tørvur er á at dagføra lógarverkið, so at heimild verður at kunna veita hesar útbúgvingar uttan serloyvi. Hetta meti eg vera eitt týdningarmikið arbeiði, sum kann leggja verandi virksemi á Glasi í eina trygga legu.

Til 2: Ætlanin er at eftirmeta verandi skipan og at endurskoða lógarverki fyri hesar útbúgvingar. Í hesum sambandi er upplagt at byrja orðaskifti, har kjakast verður um, hvørt skipanin er góð nokk sum hon er, um ein møguleiki kundi verið at skipa eitt vinnuakademi (erhvervsakedmi) á Glasi, ella um Hægri Nám í størri mun eigur at verða knýtt at Fróðskaparsetri Føroya, o.s.fr.. Í hesum sambandi eiga møguleikarnir fyri framhaldslestri fyri akademiútbúgvingarnar eisini at verða viðgjørdir og kannaðir.

Til 3: Síðan stovnanina av Glasi í 2015, vísa tøl frá Studna, at 263 lesandi hava verið innskrivað á eina akademiútbúgving á Hægri Námi. Fyri sama tíðarskeið hava 290 lesandi verið í holt við eina akademiútbúgving í Danmark. Í dag eru 756 føroysk lesandi í Danmark, harav eru á leið 115 í holt við eina akademiútbúgving. Hvussu nógv av hesum samlaða tali eru í gongd við ein meritbachelor ella yvirbygnað til eina akademiútbúgving ber ikki til at siga við teimum hagtølum vit hava.

Til 4: Mett verður, at kostnaðurin at veita eina slíka útbúgving kostar á leið 500 t.kr. fyri hvørja lestrarhálvu. Fyri eina útbúgving, sum verður veitt í samstarvi við ein danskan lærustovn, sum t.d. altjóða handil og marknaðarføring, er talan um 3 semestur, sum sostatt kosta á leið 1,5 mió. kr.

Harafturat fyriliggur eisini ein eingangsupphædd á 500 t.kr. til fyrireiking av útbúgvingini, umframt lestrarstuðul til tey lesandi, sum søkja inn á útbúgvingina.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at tá yvirbygnaðir ikki verða veittir til akademiútbúgvingarnar, er talan um hálvar útbúgvingarleiðir. Tað er altíð ynskiligt at hava møguleika at byggja omaná eina lokna útbúgving, og hetta skulu vit eisini stremba eftir í Føroyum, men fyri at tryggja, at ongin misskiljing er, vil eg tó undirstrika, at ein akademiútbúgving er ein full útbúgving í sjálvum sær, og skal ikki síggjast sum ein hálv útbúgving.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo