Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Nógv tann størsti kundabólkurin hjá ráðgevaravinnuni í 2022 var tað privata. Tað vísir kanning hjá Ráðgevarafelagnum.

43% av kundunum vóru frá privatu vinnuni, 26% frá kommunala geiranum og 16% frá tí almenna. 15% eru skrásett sum ”Annað”.

Tølini hjá Ráðgevarafelagnum ganga aftur til 2011. Hesa tíðina hevur privati kundaparturin ongantíð verið so stórur sum í 2022, og samstundis vóru bæði kommunali og almenni geirin metlágir hetta árið.

Mest bygningar
Nógv tær flestu uppgávurnar snúðu seg um bygningar – 63 prosent. Anleggsuppgávurnar fyltu 29% og planlegging bert 3%.

Býtið av uppgávum sveiggjar gjøgnum árini, men tó hava bygningar altíð fylt mest. Til dømis vóru bygningar 70% av uppgávunum árini 2014 og 2016, meðan teir vóru 51% í 2019, sum er lægsti parturin fyri bygningar.

Næstan helvtin uttan loft
Taka vit samsýningarformin, so vóru heili 48% tímar uttan loft, og tað er tað mesta nakrantíð við hesum samsýningarháttinum. 39% var fastprísur (tilboð), og hetta er tað minsta nakrantíð við føstum prísi. Tímar við lofti vóru 13%.

Samlaði umsetningurin hjá limunum í Ráðgevarafelagnum í 2022 var slakar 234 mió. krónur, og tað er tað mesta nakrantíð.

Ikki allir limirnir hava svarað kanningini hjá Ráðgevarafelagnum. Svarluttøkan var 57,3 prosent hesaferð. Samlaði umsetningurin er ein meting og skal tí takast við ávísum fyrivarni.

Les Ráðgevarablaðið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo