Russiskar sertænastur hava roynt at kalla inn ungar ukrainar til at fremja antisemitiskar provokasjónir í ymiskum økjum í Ukraina.
Tað skrivar ukrainska trygdartænastan (SBU) á sosiala miðlinum Telegram.
Russisku sertænasturnar hava sambært SBU lagt seg eftir ungum skúlanæmingum í aldrinum 13 til 17 ár.
Í royndini at innkalla tey ungu var stovnað ein Telegram-rás, har deilt var høgravent tilfar, sum millum annað var antisemitiskt, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo