Lagnan hjá Olympisku Leikunum, sum eftir ætlan skal byrja í Tokyo 24. juli verður avgjørd um einar tríggjar mánaðir. Tað sigur Dick Pound, sum er limur í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) við Associated Press.
- Sum er, er onki broytt. Og ítróttarfólk og onnur skulu ikki fara at broyta sínar ætlanir men skulu hugsavna seg um ítróttin, sigur hann, men leggur afturat, at skuldi støðan viðvíkjandi corona virusinum versna, so er óvist hvat hendir.
- Olympisku Leikirnir eru eitt so mikið stórt tiltak, at teir verða ikki útsettir ella fluttir til ein annan bý. Verða teir ikki í Tokyo í juli, ja so verða teir als ikki, sigur Dick Pound, IOC limur.
Umleið 11.000 ítróttarfólk fara væntandi at taka lut í Olympisku Leikunum í juli og onnur 4.400 koma til Paralympisku leikirnar sum vera ein mánaða seinni. Afturat teimum koma allir áskoðararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo