- Krøvini frá okkum kosta á ongan hátt 14% næstu trý árini, tað sigur forkvinnan í felagnum hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, Óluva í Gong, í aftursvari til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, sum fyrr í dag gav innlit í nøkur tøl úr samráðingunum.
Ruth Vang segði, at talan var um eitt ultimativt krav frá sjúkrarøktarfrøðingunum, men eisini hesum vísir Óluva í Gong aftur.
Hon vil tó ikki siga, hvat røttu tølini so eru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo