Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir nú verkfallið enn meira.

Við KvF sigur Óluva í Gong, forkvinna, at øll verða tikin heim, um so er at nakað uppskot verður lagt fram í tinginum sum leggur seg útí verkfallið.

Skrivið til løgmann er soljóðandi:

Aksel V. Johannesen, Løgmaður

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur 10. apríl 2014 gjørt eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi út frá Løgtingslóg um semingsstovn § 7. stk. 1.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hildið seg til hesa avtaluna og stendur við avtaluna.

Tó skal sigast, at um tú, sum løgmaður, eisini umboðandi Fíggjarmálaráðið, á nakran hátt ger teg inn á avtaluna við at bera eitt lógaruppskot í Løgtingið fyri at styrkja egnu forhandlingstøðu, sær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seg ikki bundnan av avtaluni longur og lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi.

Verkfallið traðkar í kraft í tí løtu, tað verður lýst.

Umframt hesar fylgir, so nýtast tit bert at hyggja til Danmarkar, har stjórnin valdi somu loysn, avleiðingarnar har hava verið hópuppsagnir.

Tað er vorðið okkum heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur viljað funnið semju, men hevur í staðin roynt at kroyst okkum til eina støðu, har vit máttu siga her til og ikki longur.

Hetta verður nú brúkt fyri at fáa Løgtingið at avgreiða málið fyri seg.

Har er ríkiligt av rúmi at samráðast, um Fíggjarmálaráðið bert sleppur sínum ultimatumi.

Óluva í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo