Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyar hava megnað at samla og tryggja friðskjól fyri dálkandi virksemi í Norðuratlantshavið í fleiri ár.

Og nú slær landstýrið tað fast, at Russisk fiskiskip, framhaldandi skulu fáa serstakt undantaksloyvi uttanum revsitiltøk, hóast tað paradoksalt júst eru hesi skip og tilhoyrandi virksemi, sum eru stórsta hóttanin mótvegis heimafriðinum.

Føroyar geva frammanundan russisku skipunum serloyvi at umskipa við føroyskar havnir, tí sambært sjófangislógini, er bannað førum undir fremmanda flaggi at umskipa í Føroyum.

Undantaksloyvið verður givið Russisku fiskiskipunum uttan umhvørvisligar treytir og uttan nøktandi eftirlit.

Vantandi fiskiveiðueftirlit, var upprunaliga orsøkin til at Russisku fiskiskipini vóru tvungin til bryggju at umskipa.

Men júst álagda eftirlitið, sum Vørn av røttum eigur at hava, fyri at forða fyri piratveiðu, er nærum ikki eksisterandi.

Harafturat fáa føroysku myndugleikarnir hundratals klagur frá borgarum, sum klaga um ótolandi larm og luftdálkan, sum er beinleiðis avleiðing av undantaksloyvinum til russisk fiskiskip at umskipa við bryggjur í Føroyum.

Mann vildi trúð at við einum serloyvið komu sertreytir.

Men, so er ikki.

Ongastaðni hava skip, so fríðar teymar at dálka og umgangast eftirlit og treytir, sum í Føroyum.

Tí er tað als ikki óhugsandi, at tað júst er tí tey eru her.

Trina Eysturoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo