Innsent: Tey flestu kenna hann sum Olvheðin Jacobsen, men á hesum døgum hevur hann givið tvey jólaløg út undir listanavninum Olly Jacobs.
Sum skilst, hevur Olvheðin skrivað undir ein sáttmála við Universal Music Denmark, sum eisini stendur fyri útgávunum, og er hetta eitt spennandi samstarv vit nokk koma at hoyra meira til komandi ár.
Løgini, ið eru útgivin, eita “Mistletoe And Wine”, sum upprunaliga er sungin av Cliff Richard, og “It’s Gonna Be A Cold Cold Christmas”, sum er eitt kent jólalag, ið kom út í 1975. Útgávurnar eru í einum akustiskum hami, og er tað Hans Poulsen, ið hevur framleitt. Tað er vert at leggja til merkis, at bæði løgini samanlagt longu hava fingið yvir 100.000 spælingar á spotify. Løgini eru tøk á flestu tónleikapallum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo