Oljuprísurin er seinnapartin í dag fallin undir 96 dollarar fatið, og er nú á sínum lægsta síðani áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar.
Dagin fyri innrásina, tann 23. februar, var prísurin á noðsjóvarolju 97,54 dollarar fatið. Í dag 4. august liggur prísurin á 95,33 dollarum fatið, niður 1,8 prosent seinasta døgnið.
Seinastu vikuna er oljuprísurin fallin 11 prosent tilsamans, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo