Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri fyrstu ferð síðani 2014 minkaði føroyska oljunýtslan í 2022. Tað skrivar Hagstovan.

Hetta er úrslit av, at vit í undanfarna landsstýri settu ferð á arbeiðið at fáa størri part av elframleiðsluni at koma frá varandi orkukeldum, samtíðis sum fólk vórðu eggjaði til at umleggja orkunýtsluna, og skipaflotin bleiv eisini partvís endurnýggjaður.

Nógv mótmæli vóru at hoyra um hesa umleggingina – ikki minst í politisku skipanini.

Serliga úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi blivu fyrispurningar settir í løgtinginum, har spurt varð um, hvør skuldi rinda hesa eyka útreiðsluna, sum nú fór at koma.

Onkur tinglimur fór so langt sum at siga seg hava illgruna um, at endamálið hjá landsstýrinum var at gera privatu feløgini rík, heldur enn at fremja grøna orkuskiftið.

Tíbetur lurtaðu vit ikki eftir hesum mótmælunum, men fingu eina vindmyllulund upp á Gellingarkletti, sum kann framleiða umleið 26% av allari framleiðsluni hjá SEV.

Ein onnur vindmyllulund er eisini reist í Flatnahaga, sum kann framleiða 15% av allari framleiðsluni hjá SEV.

Vit hava eisini fingið eina vindmyllulund í Porkerishaganum, sum kann framleiða eini 20 GWt um árið, og biogassverkið framleiðir eisini nógvan streym.

Hvussu verður við ætlaðu vindmyllulundini á Eiði, veit eg ikki í løtuni.

Vindmyllurnar sum fóru í gongd í farna valskeiði vóru tær fyrstu sum vórðu settar upp í Føroyum síðani 2014.

Framleiðslan frá teimum hevur bara koyrt ein part av árinum í fjør, og tí verður spennandi at síggja úrslitið, tá eitt heilt framleiðsluár er talt við. 

Fólk hava fingið sær jarðhita og hitapumpur sum ongantíð fyrr, og sølan av elbilum hevur tikið dik á seg.

Eisini endurnýggjanin av skipaflotanum er eitt framstig á grønu leiðini.

So hóast ógvusligu mótmælini frá táverandi stóru andstøðuflokkum, so er ongantíð so nógv hent á grøna økinum sum í undanfarna valskeiði, og úrslitið av tí síggja vit nú.

Oljunýtslan minkaði í fjør – fyri fyrstu ferð síðani 2014.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo