Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bloggur

Óli P við einum av sínum mongu tekningum. Myndina hevur Birgir Kruse tikið.

Óli P við einum av sínum mongu tekningum. Myndina hevur Birgir Kruse tikið.

Nýggjársaftan sendi Óli P okkum her á VP seinastu tekningina. Hon vísir nýggja árið senda tað gamla avstað, fastspent í eina rakett við áskriftini 2021. Á dyntlinum á nýggja árinum stendur 2022. Og hóast árið týðuliga enn er ungt, so stingur hógvurin undan. Hvør skal siga, skálkin sleppa vit neyvan av við. Enn ein beinrakin eygleiðing, sum eyðkennir so nógvar at keiputekningunum hjá Óla.

Harvið var gott samstarv, sum hevur vart í fimm ár, liðugt. Óli P boðaði okkum nakað herfyri frá, at hann fór at lata ársskiftið vera mark. Hann fyllir 86 ár tann 24. januar, og nú helt hann, tíðin var komin at leggja pennin og geva strikunum frið.

- Eg fái ikki fólkini, eg tekni, at líkjast nóg væl longur. Og tað kemst av, at eg ikki síggi nóg væl longur. Hugurin er har, og hugskotini koma, men eg haldi tað er best at seta punktum nú, sigur Óli P við VP.

Hann hevur ikki tal á, hvussu nógvar tekningar hann hevur teknað gjøgnum árini. Og tað gevur kanska heldur onga meining at tosa um tað, tí tær hava verið ómetaliga nógvar. Fyrst í Rukkulakkanum, sum kom út í samband við norðoyastevnu. Hjá Dimmalætting teknaði hann Aktuella Hornið og seinni gjørdi hann í 25 ár tað við Sosialin, at lesararnir lósu blaðið aftanifrá - tí tekningarnar vóru á baksíðuni. Eitt stutt skifti vóru tekningarnar hjá Óla P at síggja á Portalinum og seinastu fimm árini hava vit her á VP havt tann stóra heiður, at kunna prýða okkum við hansara beinraknu strikum.

Men nú er liðugt.

- Eg vóni at onkur fer at taka við og halda fram at tekna keiputekningar, sigur Óli P. Hann heldur, tað liggur væl fyri hjá teimum fáu, sum gera nakað við tað, men tað kundi væl verið meira.

- Keiputekningar kunna nakað annað og meira enn eitt nú satirutekstur, myndir og annað, sum eisini kann arga og seta ting uppá pláss, heldur hann fyri.

Óli starvaðist eisini í 25 ár á Skála Skipasmiðju.

Hann býr í dag á Skála saman við konuni, Susanne Barding.

Tekningarnar hjá Óla P á VP kunnu síggjast her

Óli P við einum av sínum mongu tekningum. Myndina hevur Birgir Kruse tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo