Kringvarpið: Óli Jacobsen, sum var formaður í Føroya Fiskimannafelag í samfull 36 ár, hevur ikki kett seg síðani hann gavst sum fakfelagsformaður.
Hann hevur givið fleiri bøkur út um persóns og lagnusøgur og nú skrivar hann bók um kenda frelsunarhermannin Njál Djurhuus, sum hevur eina spennandi søgu.
Ætlanin er at bókin skal koma út um eitt ár.
Summarmorgun í Útvarpinum hevði samrøðu við Óla Jacobsen í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo