Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Minnist at Ólavur Michelsen, blaðstjóri á 14. september, í einari hugfarsligari grein tók til: At nú vóru teir ungu politikarar floksins ikki longur so ungir. Hetta var um tað leitið, táið Erlendur, D.P., Sigurð, Karsten o. a. riðu um sítt hálvaldarskifti.

Hetta rann fram fyri meg, nú eg las greinina hjá Christiani Andreasen um Óla Breckmann, sum tann 30. mars hevði føðingardag og legði sítt sjeyti ára hvarv aftan tvørs – men sum tó tykist líka so braneggjaður, sum hann var í ungdómsins morgunlandi.

Býarmyndin
Ja, hvør kennir ikki hesa lands- og býarmyndina av stavnamanninum – prúður, skálkaliga brosandi í serbretskum tweed-jakka við Havanna-cigarini í kinnklovanum og firvalda-propellini tætt undir barkakýlinum. Alsamt meiri átøkur abbanum, tí orðfima og blíða, Gunnari Dahl-Olsen.

Men hvat nú? Ber yvirhøvur til at skriva eina hissini objektiva grein um Óla Breckmann? Ja, okey, vit gera eina roynd her - og helst uttan at koma í fløkju við nágreiniligu og góðu grein Christians.

Hitti Óla fyrstu ferð á skrivstovuni hjá Peturi W. Háberg í Krosslíð seint í 1960’unum. Óli las tá mál og søgu í Bretlandi, og hann hevði tá borið Peturi eitt kærkomið klípið, ið var hentað úr kenda klettinum, har ið Augustus Toplady (1740-1778) fjaldi seg í ódn í 1776. Og har fekk hugskotið til klassikaran: “Rock of Ages, cleft for me, let me hide myself in Thee” (“Klettur, klovin fyri meg”), og sum er týddur til føroyskt av bæði Victori Danielsen og Jákupi Dahl, langabbi Óla.

Vinalag
Petur og Ludvík, pápi Óla, vóru vinmenn frá ungum av og fyri lívið, evnaríkir eygleiðarar og frálíkir frásøgumenn báðir - og meginskemtarar, ikki minst. Vinabond teirra renna enn í ættunum. Og Óli skrivaði seinni tær tríggjar bøkurnar um faðirloysingin Eiler Jacobsen úr Niðara gerði í Søldarfirði, og  sum um sín uppvøkstur í Skálavík, bleiv fremsti “Sildakongur” landsins.

Eisini skrivaði Óli bók um Hans Paula Johannesen úr Hvannasundi, sum úr gjóstrinum norðuri í Sundi gjørdist úrmælingur um høv fyri sín fiskiskap, kendur um landið fyri áræði og síni hittinorð. So væl skrivað er bókin, at tann sum kendi Hans Paula, hoyrir hann væl fyri sær “from the horse’s mouth” undir lestrinum av bókini: “Jól á Halanum”.

Petur Háberg helt nógv av Óla, og hann helt fyri við Ludvík, táið Óli 26 ára gamal stillaði upp og varð valdur inn í løgtingið: “ Eg haldi, at sonur tín er ov gávuríkur til at brúka lív sítt í politikki”.

Politikkur
Men so varð ikki. Politikkur varð og er lív hansara. Vit skulu her bara hespa nøkur orð saman - hetta uttan at taka støðu til hansara politisku áskoðan um land og heimin allan. Hetta fyribrigdið man hann sjálvur hava borið farm á torg til fulnar í bløðum og útvarpi. So sera lættan penn, sum hann hevur, og telist enn millum bestu røðarar í báðum tingum ríkisins.

Umframt at vera floksins stavnamaður og títtur viðmerkjari á tingi. hevði hann áræði at gerast blaðstjóri eisini. Eitt starv sum nokk man teljast millum landsins mest ótakksomu uppdrøg. Her á landi, har øll kenna hvør annan, og tí ikki slepst undan at særa onkran - meiri og minni.

Í “Dagblaðnum” var Óli B. støðugt í hvassari andstøðu í andgletti og í stronginum mótvegis tí vinstrahalla politiska manngarðinum tá á døgum. Og hann hevði helst her sína ávirkan kring landið.

Óli helt við síni atkvøðu á fólkatingi lív í stjórnini hjá Poul Schlüter, og at TV 2 sá dagsins ljós var hansara einu atkvøðu fyri at takka. Nakað sum danir enn fegnast um. Og man tíðin nú vera komin, at vit eisini fáa eitt heimligt TV 2?

Mentanarrák
Nú um dagarnar eru sendingar í útvarpinum um, hvussu ungir føroyingar upplivdu byltingarárini frá 1968 og frameftir – tann markanta studentauppreisturin í Latínarkvarterinum í París - sum breiddi seg sum heiðabrandur um lond við mótmælum móti myndugleikum við friðargongum og sangi við rúsandi evnum og heilt til avgudadyrkan av Guru-menskum úr fjara Indialandi til eysturhalla Kina-veldið  Mao’s.

Hetta tíðarhvarvið er søguliga áhugavert, og tað er tí vitiliga í lagi, at vit frætta meiri frá hesum umfari – eisini úr heimligum horni. Vær tøkkum.

Men hevði tað ikki eisini verið vert at hækka flogið eitt vet og tikið við eina meiri seriøsa søguliga viðgerð av hesi lagnukvidnu søgugongd. Tí hvat hendi politiskt her um leiðir? Og hvussu skarst, rætt ella skeivt? So sum táið “summi sóu reytt” og táið “diktaturur proletaranna” skolaði søgusveiptur inn yvir vesturheimin sum ein “endurkveikjandi” várflóð ?  Men ikki at gloyma - eisini sum eitt mótmæli móti ønskriliga stríði vestanmanna í Vietnam - skal eisini viðmerkjast her.

Óli B og hinir -
Og hvussu hevði sæð út, um Óli ikki tá var á varðhaldi? Hevði tað havt nakra ávirkan? Og hvar blivu nú hinir sannførdu garparnir hjá “maoistisku” vekingarrørsluni av? Hesir, nú so fittir menn at hitta, sum eg kenni, og mær dámar væl at skifta orð við. Sum nú fjálga um sína grein og fáligir ganga aftan á konuni við vogninum í FK og lagghallir bera plastposan fyri frúuna í SMS um dagarnar (!).

Og søgu-, lógar-, litteratur- og samfelagsfrøðingar eiga vit í hópatali, sum liva undir hvørjari tilju – men mest í almennum størvum í lands- ella kommunalum høpi. Hví tiga og himprast hesir? Vit hoyra hinvegin munandi til “vísindaliga” granskan um søguligar skølingar, sokkabond og pjøkar upp á kroppin, pottaplantur, matvanar, putursukur, knettir, sirop ella mottuetið skerpikjøt. Og um Gabel I og II. Upp í saman....(!?).

Orð fáa fylgjur – Óli B., Virgar og Óli P.
Einaferð varð Óli samfelt saksøktur av teim vinstrahallu fyri at brúka heldur niðrandi munn um sínar andstøðumenn og fólk annars. Ein gitin, megin-Moskva-trúgvur danskur landsrættarsakførari, Jørgen Jacobsen (1919-2016), varð fluttur til landið fyri at jarðleggja Óla og “Dagblaðið” við alla. Christian møtti sum verji fyri Óla í rættinum. Men gakk. Hin høgi rættur fann kærur andstøðumanna móti penni og “gáki” Óla Breckmanns - als ikki at vera revsiverdar, yvirhøvur (!).

Og nú er Óli aftur meldaður fyri sítt illavorðna mussaskøði til sýslumannin (u-ha, hetta sum navni hansara í Áarstovu ræddist sum pestina). Og Óli B. fer kanska í Skansan fyri hetta áhaldsið. Og tá man vinur og lagsmaður hansara, Virgar Dalsgaard, ikki vera langt frá landi (kanska við “fótleinkju”?). Og so Óli P. helst eisini, sum mangan skálkaliga teknar Tobba við osandi Samson-stúvi og glísunum á skák!

Ja, hví ikki? Setið tit bara teir tríggjar garparnar inn í Portugálið, so kunnu vit onnur valfarta framvið tí opna vindeyganum, meðan láturin innanveggja - teirra millum - helst onki mark man kenna (!).

Grón og undirhald – Óli B. og Carl Jóhan Jensen?
“Breyð og cirkus” vildu rómverjar hava í forum. Og kanska vit eisini enn. Og kundi tað tí helst verið eitt hugskot, fyri at lýsa hetta tíðarskeiðið betur, at latið Óla og onkran annan kendan garp fingið høvi til í KVF at greiða nakað nærri frá um síni kveikjandi ungdómsár. Setið eini tveir saman. Tað hevði ivaleyst verið bæði læruríkt og skemtiligt.

Um tey í KVF yvirhøvur tora hetta. Tí hvørja ferð Óli og eini tveir aðrir politiskir gubbar vitja á glugganum, tá er orðstýrarin so altráur (og hinir við) at taka orðið av Óla. Og hví tað?

Hesin Óli, sum búnaðist til mans og lærdi at “brúka seg” undir bretskum umhvørvi hjá Edward Heath og komandi “djúp-bláa” anda Margaret Thatchers – with stiff upper lip – sum Óli eisini dugir so sera væl at gera gjøldur burturúr (!). Og kanska eitt nú skemtaran og meginskaldið Carl Jóhan Jensen (60 ár – bæði romanir og rímur), sum ungur alloðin pílagrímur vitjaði sítt “Eden” í Albaniu,  men sum bleiv rakaður um bollan og síðani hevur hildið albanska hármótan viðlíka – glitrandi um sín imperiala skalla (sum hann í móðurætt ikki hevur frá fremmandum, forrestin).

TAÐ hevði verið nakað. Bæði viðkomandi vitan og skemt! Jú, hví ikki? Eg meini tað.

Nær bindur Óli frið?
Ja, tað veit eg als ikki, tí umframt at vera í fullsving á R7 gav hann eina bók út í fjør og eina fyrrárið. Tó hinvegin minnist vit, at miðbýarins Kondittarí hjá tí hugfarsliga Egili Restorff  var fyrr ein ressandi oasa fyri Óla og mong onnur. Støðugt at rógva afturá.

Leygarmorgnar. Uttast við hurðina sótu m.a. Lava- og Kákamenn og purraðu góðsliga hvør annan, og innast við vindeygað sat tað meiri seriøsa “lítla býráðið” og samskiftu: Petur F., “Lill”, “Kissa”, Ivan í svimjihøllini o.a. Meðan nakað miðskips “til høgru” sótu Óli og Christian o. fl., meðan Óli undirhelt við søgum og skemti - og ofta hevði hann eini 2-3 børn við í varðveitslu, sum vitiliga hugnaðu sær við – ja, kanska í so væl, meinti Óli - sjokulátu frá Cadbury.

Ikki Illmintur -
Óli minnist sera væl; men tykist hinvegin ikki at vera illmintur. Ein vinstrahallur studentaskúlalærari bað hann koma í tíman og greiða teim ungu nærri frá bókini um Hans Paula úr Hvannasundi, og seinni at skriva ein inngang til bók sína um føroyskt mál “á manna munni”. Tá var Óli straks fúsur til hetta - áðrenn hálvtalað var orðið.

Nú, henda roynd mín til eina føðingardagstuggu bleiv meiri til eitt polemiskt hoyggj. Men, kanska anga-hoyggj fyri onkran. So lat tað fara. Og haldi mær til góðar. Eg vildi bara festa nøkur orð á blað og ynskja Óla B. til lukku við degnum...

Arnstein Niclasen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo