Ukrainska Olga hevur átt fýra børn, men hon er mamma til bara eitt av teimum.
Nú er hon við barn fyri fimtu ferð. Hesaferð eru tað tvíburar. Biologisku foreldrini eru kinesisk.
– Eg láni mín búk út til eina familju, sum uppfyllir ynski teirra, sigur Olga við TV 2.
Olga er ein av fleiri surrogatmammum í krígsherjaða Ukraina. Hon býr í býi í landnyrðingspartinum av landinum.
Nú gleðir hon seg til at eiga. Sjálvt um hon er nøgd við sítt arbeiði, sum er at vera við barn, er tað ikki lætt at hava børn hjá øðrum í búkinum í krígstíð.
– Hetta er eitt arbeiði við nógvum avbjóðingum í fleiri mánaðir, sigur hon og heldur fram:
– Kríggið ger tað ikki lættari. Tú veitst ikki hvat kann henda í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo