Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Orsøkin til framsýningina er, at listamaðurin Ole Wich fyldi 70 ár hin 4. novembur, og hevur verið virkin í Føroyum síðan í 1980’unum. Han greiður frá: - Eg havi við listaligum arbeiði verið rætuliga víða um og nomið við ymisk úttrykk og brúkt ymiskt tilfar og miðlar. Tað kann føra við sær, at áskoðarin kann hava trupult at kenna verkini aftur, eftirsum tey skifta í úttrykki, stíli og metodu, sigur Ole Wich undan upplatingini fríggjadagin.

- Tey mongu ymsu verkini og verkætlanirnar, í ymsum tilfari og miðlum, hava nøvn sum: Brøytingar - rúmást - Køsturin - Stæreblind - homoFObia - YrkFOzt - Thawshavn - 3D Dímun - Wunderland - HugA - … í spønir - TrondurNegativ - Street credability - My Right Foot Left - Hommage á Ingálvur - Vendeformer - Safe space for old white men - Dianas bytte.

- Júst tí havi eg givið út ein avrikslista, sum er innbundin í stórari í bók, við heitinum »Ole Wich kunst. Autobiografisk œuvre frem til 2023«. Her kann greiða fáast á mest sum øllum mínum verkum síðan 1987, sigur listamaðurin. Á retrospektivu framsýningini kunnu har síggjast kunnu verk, ið eru umrødd í bókini. Bókin og fleiri av framsýndu verkunum kunnu keypast á framsýningini fríggjadagin.

Opið er hvønn dag frá kl 14:00-19:00 fram til 19. novembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo