Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Boðini komu sum snarljós í óvæntaðum tíma, og ein magnfullur og nøtrandi feigdarskjálvti fór ígjøgnum felagið, bygdirnar í Eysturkommunu og øll tey í landinum, sum kendu Ólav F. Olsen, nú hesin ræðuligi sorgarleikurin hendi á vánni í Leirvík leygardagin í vikuni sum fór. Eirindaleysi veru- og sannleikin var, at sera skilagóði næstformaður okkara var fallin í einum av mongu verkevnum sínum, látin sum hann livdi, altíð í fremstu røð við eggjandi magni og luttøku, júst hendan dagin brúkti hann allan á tamb í felagsins tænastu, Víkingadagar vórðu hildnir, og brádliga var lívstráðurin kvettur, skjótt er Harranum um, verður sagt, sjáldan hava tey orðini vigað tyngri enn júst hesa løtuna, táið ófrættaboðini komu so óvæntað.

Lítið meiri enn at deyðin hevði tikið foreldrini Karlamagnus og Elkin úr foldarlívinum, heim í teir ævigu bústaðirnar, vóru boðini nú eftir Ólavi. Aldurin var kanska komin hjá teimum eldru, men hesaferð var maður tikin í besta aldri, staddur á fleiri verkligum mótum, eitt lokomotiv við óvanligari pondus av natúr, bert 52 ára gamal.

Falni leirvíkingurin var borin í heim 3. juli 1964. Hann gekk í skúla tey obligatorisku 10 árini, og síðani hevur hann tikist við mangt og mikið. Fyrst lærdi hann til strætisvagna- og lastbilamekanikara á kenda Meka-verkstaðnum í Fuglafirði. Eftir tað rak hann bilverkstað í heimbygdini, var maskinmeistari á flakavirkinum Frost eitt skifti, saman við skyldmonnunum var hann við til at reka ruskinnsavnanina hjá IRF, í nítiárunum tók hann yvir Statoilstøðina í Leirvík, sum hann seinri seldi, og eitt skifti hevði hann eisini bilverkstað í Gøtudali. Seinru árini er hann mest kendur fyri at vera primus motorur og eigari av Bovling høllini og tilhoyrandi matstovu, fyri entreprenørvirki við maskinum og lastbili, sum býráðslimur í Eysturkommunu valdur í 2012, umboðandi Tjóðveldisflokkin, og ikki minst fyri sín stóra leiklut í Víkingi - samanlagda ítróttarfelagnum hjá leirvíkingum og gøtumonnum.

Ólavur var giftur Eyðvør Vatnhamar. Sást tú annað teirra sást tú vanliga hin makan nakað skjótt eftir tað. Eitt væl virkandi hjúnalag, har maðurin slapp at brúka síni góðu evnir á so nógvum mótum. Hann var felagsmaður av hjarta, og tað krevur sín mann, nógv meiri enn ein vanligur arbeiðsdagur røkkur til, og tá er ein tolin kona ein fyritreyt, skal nakað spyrjast burturúr. Tey bæði eiga fýra børn. Magnus, Elin, Ninnu og Jákup. Í 1986 bygdu tey sær eitt heim á Sýnini 10 í heimbygdini, og har hevur mangur sitið væl ígjøgnum árini.

Tað hevur verið ein fragd at starva saman við Ólavi – í mínum føri bæði í ítróttarfelagnum og í býráðnum, har vit vóru valdir á sama lista. Vit vitstu av hvørjum øðrum frammanundan hesum – skyldmenn sum vit vóru úr Úti Guttastovu í Syðrugøtu – omma mín í Grógv og Kalli, pápi hansara, vóru trímenningar – men eftir at vit hittust í samstarvinum í nevndini hjá Víkingi í 2011 og í býráðnum ársskiftið 2012/2013 rann so væl saman okkara millum, at eg geri ikki ov nógv av, táið eg sigi, at rættiligur vinskapur tók seg upp okkara millum. Vit tosaðu saman um máltráðin minst einaferð um dagin, tað er ikki bara sum at siga tað, at leggja tveir fótbóltskulturar saman í ein, í hesum førinum LÍF og GÍ, tað krevur samstarvsvilja og felagsstev frá øllum pørtum. Tað hava verið støður, har vit ikki vóru samdir, táið mál tóku seg upp. Sum formaður og hann sum næstformaður høvdu vit kortini eina óskrivaða semju um, at onki skuldi fara út á blik ímillum bygdafólkið, fyrrenn semja var funnin yvir um fjallarøðina og í nevndini. Kanska hevur tað onkuntíð sæð soleiðis út, sum riðu vit ikki sama dag sum vit saðlaðu, men tað ráddi um at verja felagið, sum hevur verið í eini samansjóðandi prosess síðani samanleggingina. Fyri Ólav var loyaliteturin heilagur, táið ein avgerð var tikin í felagnum. Hann vitsti, at júst fótbóltsfelagið hevði ein kolossalan týdning sum snúgvingarlutur í nýggja kommunala samleikanum, eftir at bygdaráðini bæði løgdu saman í Eysturkommunu.

Kanska er tað soleiðis, at ein maður hevur livað eitt heilt lív, hóast hann bara røkkur 52 árum í aldri. Brúkar tú nógv meiri orku enn motorurin heldur til í langa tíð, so slítast stempulringarnir. Ólavur koyrdi nógv á motorin, væl meiri enn vanlig menniskju gera, men hann tóktist orka tað, gramdi seg ongantíð, og var altíð tøkur á røttum staði, og táið boð vóru eftir honum. So sera væl upplagdur altíð, dugnaði kemiini har sum fólk hittust, legði tær røttu og neyvu avleveringarnar á nevndarfundum, men gjørdi ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum, tað ráddi um at røkka settum og nýggjum málum. Hann stríddist fyri einari sak, materian var undirordnað. Hóast sína stillu medferð fylti hann nógv, eitt øgiligt pondus, var altíð væl fyrireikaður og umhugsin, men onkuntíð lúrdi hin kurlandi spontaniteturin, táið hann helt tað vera neyðugt fyri at flyta høpið úr status quo støðum. Ólavur brúkti ikki sína tíð til at vera afturlítandi – hann hevði eitt strategiskt høvd – hugsaði frameftir – bæði sum næstformaður í ítróttarfelagnum og sum kommunupolitikari og ivaleyst eisini í egnari fyritøku.

Hóast alt hetta gav hesin virkni ígongdsetarin sær eisini stundir til at hugna sær saman við øðrum. Lyndið var skemtingarsamt, og hjálpsamur var hann sum fáur. Viðmerkingarnar kundu vera spískar, men kortini altíð góðlyntar. Hann sá møguleikar heldur enn forðingar, eitt positivt brótaraross, sum stútt og støðugt lá á kósini og takinum fyri at fáa felagsskapin at virka. Tað er ikki ov nógv sagt, at Víkingur var hjartabarnið hjá Ólavi. Sjálvur var hann gamal LÍF´ari, og eitt teimum stóru talentunum á bygdarliðnum í sínari tíð, og nú fegnaðist hann almikið um, at sonurin Jákup var farin at vísa somu dygdir, - sum unglingi er hann av álvara við at spæla seg inn á EFFO-liðið hjá Víkingi. Hann gekk ígjøgnum eld fyri felagið, og kanska vildi lagnan tað soleiðis, at hann skuldi liva sína seinastu stund í tænastu fyri hetta felag, sum hann hevði so stóran tokka til. Hann hevði verið aktivur í øllum frá morgninum av hendan dagin, byrjaði Uppi á Brekku við fótbóltinum, og endaði fram eftir degi sína lívsleið á vánni í heimbygdini – motorurin var slóknaður, hjartað orkaði ikki meiri.

Hugin fyri fótbóltinum hevði Ólavur ikki frá fremmandum. Tað var íborið í fjølskylduni og er tað enn. Kalli var ein av oddvitunum í LÍF og øllum tí sum fyrigekst í tí felagnum, og øll minnast hin stóra hátíðardagin, táið Karlamagnus og Haldgrímur tóku lógvar saman í Bygdarhúsinum í Leirvík, táið sáttin var komin undir land, at bygdirnar skuldu leggja ítróttarfeløgini saman. Bara tað handartakið kundi siglað samstarvið endaliga. Ólavur valdi at taka við haðani frá, og hansara lutur hevur í ongum føri ligið eftir. Tað verður ikki hvørsmansføri at fylla tóma sessin hjá hesum kapasitetinum við teimum vísu ráðunum, greiðu analýsunum og klára knokkinum í felagnum. Ein betri sparringspartnara og viðleikara kundi ein formaður og nevndin ikki havt undir liðini á sær, tí kennist støðan so ræðandi amputerað í løtuni. Men sum sagt verður, vit syrgja sáran, men stúra ikki, Ólavur hevur verið við til at lagt lunnarnar somikið trivaliga, at teir skeiklast ikki av fyrsta nosinum, skuldi tað komið.

Ólavur var stoltur av avrikum felagsins. Bæði heima á landi og í altjóða kappingum, og nú var hann so smátt farin at gleða seg til steypafinaluna ímóti KÍ seinri í mánaðinum. 4 ár á rað hevur hann saman við leirvíkingum og gøtumonnum kunna frøtt seg um steypasigrarnar í Gundadali, og spenningurin var kanska serliga stórur í ár havandi tað í huga, at sambandið um Leirvíksfjørð, ímillum Klaksvík og Leirvík, altíð hevur verið so hendinga gott. Tað hevði dámt honum, um okkara leikarar nú kýttu seg meiri enn nakrantíð fyri at vinna fimta steypasigurin upp í slag.

Sum formaður í felagnum má eg siga, at deyðsboðini av vinmanninum og framúr góða samstarvsfelaganum eru ímillum tyngstu boð, eg havi fingið í lívinum. Var júst komin í veitslulag í Sandavági hjá trímenninginum og gøtumanninum Atla hjá Odda, táið brádligi deyði Ólavs røkk til mín, og alt kendist bara so óendaliga tómt, óveruligt og meiningsleyst. Í sorgini var ikki annað at taka sær fyri enn at aka eysturyvir aftur, fyri at hendan merkiliga feigdarkenslan kundi sodna saman við teimum avvarðandi, - konu hansara og børnum teirra.

Felagið hevur mist ein kapasitet, býráðið hevur mist ein ídnan leikara og Leirvíkin syrgir sáran um ein góðan son. Sjálvur havi eg mist ein av mínum bestu vinum, og saknurin er ómetaligur, men felagið skal rekast víðari framyvir í felagsondini hjá Ólavi Finn Olsen. Størst er sorgin og størstur er saknurin hjá tykkum, konu, børnum, systkjum, og tykkum nærmastu, men Hann ið øllum valdar tók eina avgerð, sum vit deyðiligu ikki kunnu skilja, mátti Harrin tikið sær væl av heiðurs- og stásmanninum Ólavi hjá Kalla.

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo