Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur valt at skifta leiðsluna í Leiklistaráðnum út, eftir at eg havi sitið sum formaður í trý ár; eg lati soleiðis stafettina víðari til næsta í røðini. Eg fari við hesum at ynskja nýggju leiðsluni til lukku við tilnevningini við ynskjum um blíðan byr.

Sum fráfarandi formaður í Leiklistaráðnum, vil eg takka øllum teimum, sum gjøgnum hetta tríáraskeiðið hava stuðlað leiklistini á ein og annan hátt.

Í hesum tíðarskeiði hevði formaðurin ta gleði at standa á odda fyri dómsnevndini, tá kosin varð vinnari av arkitektakappingini í sambandi við nýtt Tjóðleikhús. Vónandi verður so, at tað almenna Føroyar fara soleiðis at í málinum at farast kann í gongd við at skapa teir karmar, sum hóska seg leiklistini og ger umstøðurnar hjá leikarum so góðar sum tilber. Vónandi stendur hesin varði Eystaru bryggju út við Skansan um fá ár.

Undan hesum varð arbeitt við staðseting, har tað var ein forrættur at verða formaður í dómsnevndini í hesi kapping. Stór tøkk verður veitt landsstýrismanninum í mentamálum og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, har eitt framúr samstarv hevði við sær, at mál vórðu nádd. Harafturat ein tøkk til Landsverk, sum tók sær av allari samskipan. Vónandi verður hetta arbeiði við at seta skjøtul á týdningarmikla verkætlan, har vit innan alt ov langa tíð hava lidna tjóðleikhúsið í høvuðsstaðnum.

Uppgávan hjá formanninum - saman við stýrinum, hevur verið at stuðla og eggja leiðsluni á Tjóðpallinum til tað dagliga arbeiðið. Tað hevur verið hugaligt at sæð, hvussu leikhúsið við kønari hond er rikið, har væl er fingið burturúr einari játtan uppá bert smáar 6 milliónir krónur. Tað kann Ikki síggjast burtur frá, at tað hevur verið ein konflikt á leiklistaøkinum, sum hevur merkt hesa tíðina bæði í ráðnum, á Tjóðpallinum og fríyrkisøkinum. Onnur kunnu meta um, hvat ið er fingið burturúr.

Av verkum, sum hava verið á skrá, kunnu nevnanst Gentukamarið eftir Marjuna Syderbø Kjeldnes og Portrettið hjá Jóannes Nielsen - føroysk verk á dygdar stigi.

Leiklistaráðið situr ikki bert sum stýri fyri Tjóðpallin, men er við til at skapa samband til leiklistaøkið annars og er soleiðis við í útlutanini av midlum til ykrkisleiklistina, har í tíðarskeiðnum var tilmældur stuðul til millum annað leikin hjá Carl Johan Jensen, sum var eitt av teim markantu verkunum, sum leikbólkurin Tvazz setti á skrá. Vit hava sæð eina blomstrandi tíð á fríyrkisøkinum - takk fyri tað. Góðan byr til tykkara framyvir! Tøkk til ráðslimirnar og skrivara fyri tykkara íkast.

Ólavur Jøkladal
Fyrrverandi formaður í Leiklistaráðnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo