Ein av heilt gomlu bátunum í Føroyum er postbáturin Ólavur. Hann kundi sagt manga søguna, tí hann var í ein mansaldur álitið tá tað um ferðafólkaflutning um Vestmannasund ráddi.
Men tey seinnu árini hevur hann mest ligið fyri teym. Uttan á bátastevnu, tá hevur hann, øll árini, havt uppgávuna at skipa siglingina av Fútakletti og inn til Vestmanna.
Men so var ikki í ár.
Til ber helst at siga, at alt hevur sína tíð, og teir sum í dag vara av Ólavi siga, at ymsar forðingar gjørdu, at Ólavur ikki fekk verið við í ár.
Men tey sum skipa fyri Bátastevnuni hava ikki gloymt Ólav, og tá tikið var samanum eftir stevnuna, var ein av teimum sum fekk lut í avlopinum Ólavur, sum fekk 50.000 kr.
- Vit eru sera takksom, og ætla at brúka pengarnar til at varðveita og halda skipið, sigur Sámal Jákup Olsen, sum er sonur Alfred Olsen, Alfred hjá Sam, sum í nógv ár førdi Ólav, eisini í samband við siglingina á Bátastevnuni, við VP.
Alfred Olsen var hjástaddur tá peningurin varð handaður á samkomu á Fiskivinnuskúlanum. Hann og Ólavur eru at kalla javngamlir - 90 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo