Listafelag Føroya: Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðan 1950 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur í hvørjari ólavsøku og framsýningin í ár er sostatt tann hálvfjerðsinda.
Framsýningin sýnir fram list hjá listafólkum, sum fyri árum síðani vóru ung og óroynd og kanska sýndu fram fyri fyrstu ferð á eini Ólavsøkuframsýning. Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra áratíggjuni.
Í vár avgjørdi nevndin í felagnum tí at bjóða listafólkum, sum eru seksti ár og eldri at senda inn tvey verk í part. 32 hava tikið av.
Framsýningin opnar í Listasavni Føroya Ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag frá 14 til 20. Framsýningin er opin til 1. september.
Tá framsýningin opnar spælir Rógvi Trio og okkurt verður at leska seg við.
Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Oggi Lamhauge have staðið fyri uppheingingini. Bárður Jákupsson hevur skrivað hugleiðingar í skránni og eigur málningin, sum prýðir skránna og plakatina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo