Ólavsøkan byrjar í ár í SMS við m.a. tónleiki, skattaveiðu, ísi, andlistmáling og ballónum.
Durita og Anna Maria, sum millum annað hava undirhildið á G! festivalinum, koma at undirhalda børnini og barnsligar sálir við skettaveiðu og stoppdans, og til tey eldru kemur Jens Marni at undirhalda við góðum tónleiki.
SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, og tað hevur verið sera væl vitjað og væl dámt av bæði børnum og foreldrum. Umframt ólavsøkutiltøkini, kemur Dinoland eisini at verða opið.
Ólavsøkuskráin
26. juli
16.00-16.30 Danny og Ingi spæla 16.30-17.00 Jens Marni við bólki spæla
27. juli
10.00-12.00 Andlitsmáling í Kids Leikur
10.00-14.00 Tekniborð við ólavsøku dinosaurum
11.00-11.15 Stoppdansur við Duritu og Onnu Maria
11.00-14.00 SMS bjóðar ókeypis dinoís til børnini
12.45-13.15 Dinoskattaveiða við Duritu og Onnu Mariu
13.30-14.00 Dinokahoot
SMS bjóðar ókeypis dinoballónir og sunkist 27. juli frá kl. 10-14.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo