Tórshavnar kommuna leggur í løtuni seinastu hond á ársins ólavsøkuskrá. Sum áður fráboðað verður hvørki miðnáttarsangur á Vaglinum, tiltak hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni, ella tivoli á Skálatrøð.
Burtursæð frá hesum stóru tiltøkum er ætlanin at skipa fyri eini so vanligari ólavsøku sum gjørligt.
Smittutøluni eru enn ivasom, og tilmælið frá heilsumyndugleikanum er framvegis, at í mesta lagi 500 fólk kunnu savnast undir skipaðum umstøðum.
Tískil er avrátt við koronuráðgevingina, at ólavsøkuskráin verður gjørd við fyrivarni fyri, at støðan skjótt kann broytast.
Tað kann sostatt gerast neyðugt at minka um ætlað tiltøk, og at stytta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum við stuttari ávaring.
Endaliga ólavsøkuskráin verður væntandi kunngjørd um vikuskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo