Róð hevði kortini verið kapp á ólavsøku fyri 1924. Rasmus Effersøe var ein undangongumaður longu fyri aldamótið. Nakrar hissini royndir vórðu gjørdar, fyrst í 1887, síðani aftur í 1891 og 1893. So kom stígur í, men í 1918 tekur Andrea Árting táttin upp aftur, men árið eftir er eingin ólavsøkuróður.
So koma vit til 1924. Nú fæst reglulig gongd á. Og kanska ber til at siga, at danir bjargaðu okkum tjóðarítróttin. Í 1924 var nýggj lóg gjørd fyri løgtingið. Síðan 1852 høvdu amtmaðurin og prósturin verið fastir løgtingslimir og amtmaðurin løgtingsformaður. Við nýggju lógini mistu teir sínar sessir. Løgtingið skuldi nú sjálvt velja sín formann.
Tað mundi fáa donsku stjórnina at senda Carl Moltke, greiva til Føroyar at tala á tingi ólavsøkudag. Stórt fylgi kom við greivanum, sum júst hevði tikið við sum uttanríkisráðharri í fyrstu stjórnini hjá Stauning. Moltke læt steyp til fótbóltsdyst millum HB og danskar marinarar á hesi ólavsøku, og tá ið hann frætti, at striltið gekst at fáa menn at rógva kapp, var hann skjótur at lata eitt ferðastep - hitt fyrsta greivasteypið - til føroyingar at kapprógva um í 10. mannaførum.
Hetta tykist at hava gjørt mun. Greivasteypið eggjaði monnum at rógva á hvørjari ólavsøku í 10. mannaførum. Og tað er einans í 10. mannaførum, at róð hevur verið á hvørjari ólavsøku hesi hundrað árini síðani 1924. Okkurt av fyrstu árunum róðu bara 10. mannafør.
Í ár var so róð á hundranda sinni í eitt koyr við 10. mannaførum á ólavsøku. Og í ár eru eisini hálvthundrað ár liðin síðan farið var at rógva núverandi teinin innanfyri Molan. Tað byrjaði í 1974.
Niðanfyri sæst hvør hevur vunnið 10. mannafarsróðurin á ólavsøku øll árini síðani 1924. Til stuttleikar kann nevnast, at tann báturin, sum nólsoyingar róðu og vunnu í á ólavsøkuni í 1924, er til enn og stendur í varðveitslu á Fornminnissavninum.
keldur:
"Drekin" - ein róðrarsøga (Niels Juel Arge)
stavnur.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo