Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 16 í Smiðjuni í Lítluvík.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setur framsýningina, og Petra Iversen syngur.
Sigrun og Astri verða sjálvar til staðar allar dagarnar.
Framsýningin er opin: 28/7 kl. 16-19, og 29/7 og 30/7 kl. 14-19.
Tær báðar eru millum okkara fremstu listafólk og hava havt framsýningar saman í mong ár runt um í verðini, m.a. í USA, Japan, Norðurlondum, Eysturríki og Týsklandi.
Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hon er fødd og uppvaksin á Eiði.
Astri Luihn hevur útbúgving sum tónleikari og tónleikafrøðingur frá Konservatoriinum og Universitetinum í Oslo, har hon er fødd og uppvaksin. Hon hevur búð í Føroyum í meira enn 50 ár.
Astri og Sigrun hava havt stórar prýðisuppgávur, bæði almennar og privatar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo