Filmsfelagið: Olaf Johannessen, longst til høgru, er stjórin, Paul, sum í "Undtagelsen" skal sigla millum tey bæði skerini, ið eita óndskapur og vaksnamannahapping á arbeiðsplássinum.
Filmurin "Undtagelsen", sum byggir á metsølubókina hjá Christian Jungersen, verður fyrstu ferð sýndur í Føroyum mikudagin 1. juli kl 20:00.
Tað er dagin fyri at hann verður frumsýndur í Danmark, har Biografklub Danmark skipar fyri. Í Føroyum er tað Filmsfelagið, ið skipar fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo