Enn einaferð siga ummæli í donskum miðlum frá frammúr spælinum hjá føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen. Hesaferð í klassiska tekstinum Faust I, við sama heiti, hjá týska rithøvundanum Johan Wolfgang von Goethe á Teater Republique, har ið Olaf Johannessen spælur dr. Faust.
Fleiri av ummælarunum spyrja um tað ikki er nærum devulsk hugmóð at fara undir pallsetan av hesum verki, sum er tiltikið torført at fáa takið á.
Í sama andadrátti floyma teirra ummæli yvir av lovorðum og frøði um at tað er eydnast. Ummælini rósa leikstjóranum, hansara evni at velja leikarar og leikstjórna teimum, tey rósa til skíggja samanspælinum millum Olaf Johannessen og Søren Sætter-Lassen og so draga tey framm í stórfingnum orðingum spæli hjá Olafi Johannessen í leiklutinum sum Dr. Faust.
Ein vísindamaður, sum í byrjaninni av leikinum, er á markinum til at taka lívið av sær.
Hugtungur starur hann at fløskuni við brúna eitirnum, tá ið Mefisto, devilin, kemur til hansara. Lokkandi og tølandi bjóðar Mefisto Fausti alt tað Faust attráðar. Afturfyri skal Mefisto - bara - hava sálina hjá Fausti….
Brot úr ummælunum í donskum miðlum: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo