Óli var giftur Sigrun Bærentsen úr Skopun, og eiga tey børnini Rógva og Snæbjørn
Sum børn spældu vit um teigar og tún. Øll bygdin, sum hon var, var barnagarðurin.Um sumrarnar fordoblaðist talið av børnum í bygdini, tá ið børn úr øllum herðashornum komu at vitja systkinabørn, ommur, og abbar.
So tá ið forsangarin, og guitaristurin í okkara gamla orkestri, Brandar, ringdi at fortelja mær, at Óli knappliga var farin í annað ljós, so var tað ikki sørt av einum hvøkki. Einans 62 ára gamalur.
Einum hvøkki, eini lítan aftureftir, sum vakti minnir.
Óli var ein stillførur persónur, sum passaði seg og sítt. Men hann hevði meiningar um flestøll mál.
Dagurin byrjaði vanliga umborð á Teistanum. Har frammi í krókinum, í bagborðssíðu, sita sjálvlærdu litteratarnir og endavenda øllum lívsins viðurskiftum uppá ein hálvan tíma.Viðhvørt ganga bylgjurnar høgt. Við Gunnari Bjarnasyni sum aldursforseta, og orðstýrara. Kjakið kann flákra ,men so kemur tað aftur á beint.
Óli og Sigrun áttu hvør sín sess har.
Av einari ella aðrari orsøk, liva flestu okkara lívið, sum um tað ongan enda fær.
Man hugsar ikki um tað. Og man hevur framtíðarætlanir um hetta og hatta, útum “øll livandi mørk”.
Í tí stóra høpinum, er gloppið ímillum tey sum doyggja av sjúku, og tey sum doyggja ein “vanligan” deyða, ikki serliga stórt.
Óli og Sigrun teljast ikki millum hesi, sum dugdu at liva. Tey hava átt summarhús í Danmark í mong ár, og vóru júst afturkomin av ferð, nú Óli so bráddliga fór.
Óli var hegnismaður burturav, sum flestøll í teirri ættini. At skapa og forma úr timbri, bleiv hansara lívsverk. Tað dugdi hann, sum fáur. Og útróðrarbát átti Óli eisini. So róð bleiv út tá ið høvið beyðst.
Fólk í okkara aldri, sum vuksu upp í einari lítlari bygd, kundi ikki bara seta seg niður “at hyggja”, og so “blíva undirhildin”, sólarringin runt. Spældu, dansaðu ,og tóku vit ikki stig til at vitja biografin, sum kanska var avmarkaður til at hava opið eitt sunnukvøld, so hendi onki sum helst.
Og, sum tann lokali og skemtingarsami postmaðurin, sum eisini átti biografin einaferð segði mær, so bleiv tað knappliga “ein deyðssynd at hyggja eftir einum filmi”, og at dansa, og mæla runt á einum dansigólvi.
Men tað var loyvt at klappa og trampa.
Men ikki mundi tað vera so álvarsligt kortini. Fólk gingu bæði á møti, í biograf, og í dans. So rúm var fyri øllum.
Henda bygdasliga drívmegin, gjørdi tað, at Mannbjørn, Sigurd í Búri, Óli á Bø, og eg stovnaðu orkestrið Brandar. Josva í kullini var eisini við eitt tíðarbil.
Brandar bleiv stovnað fyri at undirhalda okkum sjálvum, og øðrum við. Óli spældi bass.Og hann búði tætt við dansistovuna.
So vit vóru javnan inni á gólvinum hjá foreldrunum hjá Óla, Kristiani og Olinu á Bø. Og har var mangt hugnaligt prátið, aftuvið einum drekkamunni.
Vit spældu til dans, í endanum av 70´unum, og í 80 unum Í Sandoynni, í klubbunum í Havn, til brúdleyp, og til onnur tiltøk.
Vit keyptu okkum enntá ein gamlan “tourbuss”, so vit kundi flyta instrumentir, og okkum sjálvar, frá A til B.
Bussurin bleiv hondmálaður bláur og gulur, og fari eg ikki heilt skeivur, so var tað í hesum tíðarskeiðnum, at tað rann saman ímillum Óla og Sigrun.
Tað var bara tann eini sum hevði koyrikort til bussin. Í hvussu so er tey fyrstu árini.
Avbygdafólk undrast viðhvørt, um staðarnøvnini í Skopun. Staðarnavnið, Á BØ, komst av at forfedrarnir hjá Óla komu úr bygdini BØ, sum lá sunnafyri Kirkjubø. Aðrir býlingar í Skopun eita eisini norðuri í Leirvík,uppi á Selatrað av somu orsøk. At fólk fluttu til Skopunar frá hesum bygdum.
Í Skopun hava fremmandafólk altíð verið væl móttikin. Høg sum lág. Kemst helst av, at bygdin er niðursetubygd, og at flestu okkara hava røtur úr ymsum ættum.
Í dag búgva og arbeiða fólk í lítlu bygdini Skopun úr Danmark, Kambodja, Brasilien, Indonesia,Íslandi, Kina,Thailandi, Fillipinunum, og aðrastaðni frá í Føroyum.
Og tað fer bara at vinda uppá seg, nú undirsjóvartunnilin opna
Við hesum fáu tankum , sum runnu framfyri meg, nú Óli fór um sýn, vil eg lýsa frið yvir minni um Óla, við djúpari samkenslu til tykkum, konu, børn, og systkin við familju, sum eftir sita.
PS: Kendi eg Óla rætt, so hevði hann smáflent, og sagt ja ja, um hann hevði lisið hesar reglurnar.
Jákup Fróði Djurhuus
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo