Tórshavnar Kvøldskúli fer nú undir ókeypis frítíðarskeið í føroyskum og føroyskari mentan fyri tilflytarar í aldrinum millum 8 og 12 og millum 12 og 16 ár.
Undirvísingin verður týs- og hósdagar í Sankta Frans Skúla millum kl 15 og 18, har endamálið er at læra mál og mentan gjøgnum undirvísing, spæl og matgerð.
Tilboðið fyri tey millum 8 og 12 verður í februar og fyri tey millum 12 og 16 fer undirvísingin fram í mars mánaði.
Tilmelding fer fram á www.kvoldskulin.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo