Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í juli/august 2023 vaks talið av kikhostatilburðum í Danmark – fýra ferðir so nógvir tilburðir enn vanligt vórðu skrásettir. Statens Serum Institut kallar hetta eina farsótt.

Í Føroyum hava vit ikki sæð nakra øking enn, men væntandi fara vit at síggja sama mynstrið í Føroyum.

Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshóttandi sjúka hjá pinkubørnum, serliga áðrenn tey eru nóg gomul at verða koppsett móti kikhosta. Koppseting av barnakonum verjir pinkubarnið móti kikhosta teir fyrstu mánaðirnar. Tí verður tilmælt, at barnakonur verða koppsettar í 3. trimestri, frá 28. viðgonguviku.

Nær í viðgongutíðini eigi eg at koppsetast?
Tú kann verða koppsett hjá tínum egna kommunulækna í sambandi við tær vanligu barnsburðarkanningarnar. Tað verður tilmælt, at tú verður koppsett móti kikhosta í 3. trimestri – frá 28. viðgonguviku inntil 1 viku áðrenn væntaða føðing. Eftir hetta kann ikki væntast, at barnið verður vart móti kikhosta. Tilmælt er, at tú verður koppsett, hvørja ferð tú ert við barn.

Tú kanst altíð tosa við tín egna kommunulækna ella ljósmóðir, um tú hevur spurningar ella ivast, um tú átti at verið koppsett í viðgongutíðini.

Tað er ókeypis fyri barnakonur at blíva koppsettar móti kikhosta.

Hví er tað eitt gott hugskot at blíva koppsett móti kikhosta?
Koppsetingin verjir nýfødda barnið, til barnið kann fáa sína fyrstu koppseting, tá tað er blivið 3 mánaðir gamalt. Tá tú verður koppsett, fara andevnini frá mammunu til barnið gjøgnum móðirkakuna og verjir tað væl móti kikhosta. Samstundis ert tú sjálv eisini vard móti at fáa kikhosta, meðan barnið er so lítið. Tað er ikki ráðiligt at koppseta barnið, fyrr enn tað er 3 mánaðir gamalt.

Koppseting áðrenn ein verður útsettur fyri smittu er tann mest umráðandi hátturin at fyribyrgja kikhosta, og tað er umráðandi, so vítt møguligt, at yvirhalda tilmældu tíðspunktini fyri koppseting.

Er koppsetingin trygg fyri meg og fostrið?
Ein týðandi mongd av próvtilfari viðv. koppseting móti kikhosta til barnakonur er at finna. Tað er væl og virðiliga skjalprógvað, at koppsetingin er trygg fyri bæði barnakonur og fostur. Harumframt eru hollar royndir við at koppseta barnakonur móti kikhosta, bæði í Føroyum, Danmark og í útlondum.

Eru nøkur hjáárin av koppsetingini?
Tey mest vanligu hjáárinini í samband við koppseting móti kikhosta eru mild og vara stutt, t.d. kanst tú hava høvuðpínu, verða illa tilpassar, umframt hava pínu, roða og trot, har prikað verður.

Vandin fyri at fáa álvarsom hjáárin er sera lítil.

Nær skal barn mítt koppsetast móti kikhosta?
Hóast tú verður koppsett móti kikhosta undir viðgongutíðini, skal barnið framvegis koppsetast móti kikhosta, sum ein part av barnakoppsetingarskránni. Barnið verður koppsett fyrstu ferð móti kikhosta, tá tað er 3 mánaðir gamalt og aftur, tá tað er 5 og 12 mánaðir gamalt. Tað er umráðandi, at barnið verður koppsett til tíðina, so tað er vart so væl sum gjørligt móti kikhosta.

Tórshavn, 11. sept. 2023
Landslæknin
Barnadeildin, Sjúkrahúsverkið
Barnakonueindin, Sjúkrahúsverkið
Kommunulæknafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo