Tórsgøta: Ja, tú las rætt! Í august byrjar ein nýggjur filmsskúli í Føroyum. Skúlagongdin er í eitt ár – og alt er púra ókeypis!
Skúlin eitur Flogfisk, og endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar. Tú fert at fáa dugnaligar lærarar innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu. Og tú fert eisini at læra um casting, har tú skalt finna røttu leikararnar til akkurát tín film.
Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli. Har er biografur, klippiútgerð, professionel kamera og ljósútgerð. Við øðrum orðum, so fært tú allan pakkan.
Tú fert at gera tveir stuttfilmar gjøgnum árið, har endaligi filmurin verður vístur í biografi.
Komandi fríggjadag 21. juni, kl 16:00 verður opið hús í Ostahúsinum, har tú fært alt at vita um skúlan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo