Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjúkrarøktarfrøðingur á endastigi fær góðar 3.700 kr meira um mánaðin, meðan BLF-ari fær góðar 6.500 kr meira um mánaðin.

Eftir nærum 7 vikur í verkfalli fingu sjúkrarøktarfrøðingar ein 3 ára sáttmála, sum gav 10,32% í lønarhækkan. 

Nú hava BLF (Búskapar- og Løgfrøðingafelagið) uttan stríð fingið lønarhækkan á 13,24% fyri sama tíðarskeið, umframt eftirløn á viðbøtur, td serfrøðingarviðbót.

Fyri síðstnevndu er talan um nærum 15% í lønarhækkan.  

Setti fyrispurning í Løgtinginum í vikuni um landsstýriskvinnann kundi upplýsa, hvussu nógv hesar lønarhækkingarnar vóru í krónum fyri ymsu bólkarnar. 

Landsstýriskvinnan gav ilt av sær, men svaraði ikki einum av mínum 4 spurningum. 

Havi tí hugt eftir lønartalvum á heimasíðuni hjá lønardeildini.

Út frá tí kann roknast, at sjúkrarøktarfrøðingur á endastigi fær góðar 3.700 kr í lønarhækkan í 3 ára sáttmálaskeiðnum.

BLF-ari á endastigi fær í sama tíðarskeiði góðar 6.500 kr meira um mánaðin. 

Tey vælløntu fáa eisini hægsta skattalættan. 

Hetta er ikki rímiligt og landsstýrið eigur beinanvegin at steðga við slíkum lønarhækkingum, sum økja um ójavnan í samfelagnum. 

Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, boðar frá í tíðindaskrivi, at lógarásettað javningin av fólkapensjón og Samhaldsfasta ger, at pensjonistar fara at fáa millum 500 og 600 kr meira um mánaðin. 

Ójavnt verður býtt. 

Jørgen Niclasen
tingmaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo