Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undir Krígnum og í árunum, beint eftir Kríggið var tíverri ein ræðuliga ráur og fascistiskur tóni vanligur millum villførdan loysingar-ungdóm í Føroyum.

Man brúkti seg við øgiliga ónossligum geyli og ókvæmisorðum, bæði á gøtum, fundum, og í summum bløðum, har man leyp á politisk mótstøðufólk við heilt irrationellum danskara-hatri og órímuligari útspilling av Danmark,

Harumframt var eisini gjørt herverk á húsini hjá politikarum, sum ikki vildu lúta fyri loysingar-terrorismu.

Nakrir politiskir oddamenn kundu ikki ferðast gjøgnum gøturnar, eftir ljósatendring, uttan ein herðabreiðan hjálparmann (gorillu).

Men eftir at teir tríggir rationellu heimastýrisflokkarnir, Sambands-, Sjálvsstýris- og Javnaðarflokkurin fingu heimastýrisskipanina innførda, linkaði tann brutala støðan, og man smoygdi so við og við ta brutalu fascismuna  av sær, so tónin gjørdist meira fordragiligur og næstan sakligur.

Men akkurát nú er ein blaðungur eykavaldur tjóðveldistur sloppin á sjálvt Løgtingið, har hann er farin at leika í við fanatiskari útdspilling av Danmark og danskarum.

Hann skipar fyri eini ónossligari renaissancu av gomlum ósiðum, alskyns politiskum óvanum og forblindaðum  danskara-hatri.

Hann debuteradi á Løgtingi við rættiliga óvidkomandi ovatiónum, har hann umrøddi tann beskedna Løgtingsbygningin og sjálvt løgtingsgólvið, sum um tað var Versailles, Pæturskirkjan ella tað eleganta Louvre.

At hoyra henda heimføðingin gorra við útspilling av Danmark á okkara parlamenti er næstan sum at lesa tað óhugnaliga málgagnið hjá Erlendi Paturssyni, "Fjúrtanda September", har man hvørja viku systematiskt leyp á danskarar í villari undirlutakenslu.

Sum Heðin Brú tók til í sínum gløggu skemt- stubbum, "Føroyar í dag" í Socialdemokratinum: Danmark er eitt humanistiskt og civiliserað land við høgari mentan, og tí "hendir einki við at loypa á danskarar, man verður ikki hongdur og heldur ikki settur í fangatippi."

Tað er altíð gratis at loypa á Danmark og danskarar, tí teir hirða ikki at svara aftur.

Men hvis tann braneggjaði Erlingur E. hevði havt heilt onnur "mótstøðulond", so sum nærliggjandi stórveldi, var hann avgjørt ikki sloppin so bíliga og snikkaleysur, sum hann ger við at herja á eitt lagaligt, tolerant og  høgtkultiverað land, sum Danmark.

Fyri at díkja á við loysingarprædikum hevur Erlingur E. forlovað seg við sínum nationala førara, soleiðis, at Høgni Hoydal programmerar tann naiva Eidesgaard til at stilla sær  præfabrikeraðar retoriskar spurningar. 

Hoydal fær so talutíð og sleppur at prædika við møðisligum loysingar-tilfari, har Danmark fær skyldina fyri næstan allan ófriðin og øll problem í Norður-atlantshavinum.

Hetta er subtilt tjóðveldistiskt diplomati og Hoydal hevur í Erlingi fingið ein lýdnan ørindadrong. Løgtingsins forminda, frúgvin B. Samuelsen vil ella torir ikki at steðga hesum  parlamentariska óvitaspæli.  

Okkara parlament verður gjørt til ein barnahava, sum hóskar tí politiska óvitanum, Erlingi E.

Hasir báðir eru ein diplomatiskur belastningur fyri Føroyar!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo