Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsstýrið heitti í fjør á nevndirnar í Føroya Tele og NET um at gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing kann tryggja fult gjøgnumskygni, fría og javna kapping. Frágreiðingin skuldi somuleiðis lýsa, um tað finnast aðrar leiðir at røkka sama setningi.

FT og NET hava biðið Copenhagen Economics um at gera greiningina.

Frágreiðingin lýsir tvey ymisk høvuðsmodell fyri sundurskiljing í Føroyum:

Eitt modell har NET løgfrøðiliga verður skilt frá restini av FT-samtakinum og flutt til Føroya landsstýri sum eigara, og eitt modell har tað bert verða framd onnur funktionell tiltøk at skilja sundur, men har NET framhaldandi verður partur av FT-samtakinum.

Niðurstøðan í frágreiðingini:

- at ein bygnaðarlig sundurskiljing tryggjar fult gjøgnumskygni millum smásøluoperatørarnar viðvíkjandi treytunum fyri atkomu til undirstøðukervið (infrastruktur).

- at ein bygnaðarlig sundurskiljing fer at geva eina fría og javna smásølukapping.

- at ein bygnaðarlig sundurskiljing ikki hevur nógvar vansar við sær.

Viðvíkjandi møguleikanun at fremja onnur sonevnd funktionel tiltøk at skilja sundur, vísir frágreiðingin á, at henda loysnin ikki í líka stóran mun borgar fyri fullum gjøgnumskygni og tryggjar møguleikan fyri fríari og javnari smásølukapping.

Í samgonguskjalinum er avtalað, at farast skal undir eina fulla ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum. Landsstýrið er farið undir at viðgera frágreiðingina og tilmælini í henni.

Frágreiðingin (ráðgevandi toymi)

Eftirmeting (review) 

Viðmerkingar til Eftirmeting (ráðgevandi toymi)

Sum liður í at tryggja eina óhefta og sakliga frágreiðing, varð arbeiðið skipað soleiðis, at eitt ráðgevingartoymi varð valt at gera frágreiðingina (útførandi toymi), og eitt annað toymi varð valt til at gera eina eftirmeting (review) av frágreiðingini í mun til arbeiðssetningin. Endaligi arbeiðsetningurin varð avtalaður millum eigaran og nevndina og lagdur fyri eftirlitsmyndugleikarnar og kappingarneytar til viðmerkingar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo