Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Johannesen, løgmaður
Evni: Ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi

Spurningar:
1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan avuppsøgn av útb úgvingarstjóranum á Glasi?

2. Hvørjar avleiðingar fær viðgerðin av hesum máli?

3. Ætlar løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð?

Viðmerkingar:
Í samband við bygnaðarbroytingar á Glasi varð ein av avleiðingunum, at starvið sum útbúgvingarstjóri varð niðurlagt - og viðkomandi varð uppsøgd. 

Barna- og útbúgvingarráðið, undir ábyrgd av Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, valdi at afturkalla uppsøgnina. Eftir kæru valdi ráðið at biðja Christian Andreasen, advokat, um eina løgfrøðiliga meting. 

Frágreiðingin kemur við lemjandi atfinningum, men ráðið velur at halda fast við avgerðina, grundað á ein lítlan knaka í frágreiðingini.  

Í frágreiðingini frá advokatinum framgongur, at rættiliga nógvar grundgevingar í avgerðini hjá BUMR eru faktuelt skeivar. Fari her at nevna nakrar. 

Har framgongur m.a. at BUMR sigur í síni niðurstøðu, at grundarlag ikki er fyri at siga undirvísingarleiðaran úr starvi, tá ætlanin samstundis er at víðka um virksemið á Glasi. 

Frágreiðing frá advokatinum staðfestir, at hesin pástandur er beinleiðis skeivur, tí starvsfólkatalið minkaði.  

BUMR sigur, at bygnaðarbroytingarnar ikki vóru liðugt viðgjørdar. Advokaturin staðfestir, at tann pástandurin eisini er skeivur. 

BUMR sigur, at framferðarhátturin í sambandi við bygnaðarbroytingar hevur ikki fylgt vanligari mannangong. 

Advokaturin afturvísir hesum pástandi við at vísa á, at Fíggjarmálaráðið - sum er myndugleikin á tí økinum - sigur, at Glasir hevur fylgt vanligari og lógligari mannagongd. 

Advokaturin sigur, at tað framgongur av málinum, at eitt berandi sjónarmið hjá BUMR at ógilda uppsøgnina byggir á tað faktum, at ætlanin við bygnaðarbroytingini var at víðka um starvsfólkahópin í fyrisitingini á Glasi. Hann staðfestir, at eisini hetta faktum er skeivt. 

Her kann av røttum spyrjast, um fyrisitið er á fullgóðan hátt.

Avgerðin fer at kosta landskassanum nógvan pening. Tað, sum verri er, at ber hetta til, so kunnu landsstýrisfólk í framtíðini taka avgerðir sum teimum lystir við at brúka skeiv fakta.   

Á Løgtingi, 18. september 2024
Jørgen Niclasen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo