Ófráboðaðir fyrispurningar eru fyrst á skránni á tingfuninum sum byrjar klokkan 11 í dag.
Eisini kemur lógarbroyting í Vinnufelagslógini til fyrstu viðgerð. Broytingin skal eitt nú herða lógina á tí økinum sum snýr seg um at upplýsa, hvør veruligi eigarin í eini fyritøku er.
Eisini fer Dennis Holm, landsstýrismaður við ábyrgd av almennu samferðsluni, at svara spurningi sum Elsebeth M. Gunnleygsdóttur setti um møguleikan fyri og kostnaðin av at gera metroir til útoyggjarnar.
Síggj alla skránna og fylg við her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo