Ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni á tingfundinum sum verður í dag klokkan 11.
Eisini eru fleiri fyrstu viðgerðir og okkurt mál kemur til atkvøðugreiðslu við aðru viðgerð.
Eitt nú fer tingið at seta hol á viðgerðina av uppskotinum um at stuðla bygging av stórhøll í Hoyvik og ríkislógartilmæli um at gera tað so, at revsing í Føroyum eisini kann gerast við fótleinkjum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo