BirkBloggur: Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.
Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa frí atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo