Vinnuhúsið: Í farnu viku byrjaði Øssur M. Dalbúð í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Øssur M. Dalbúð er útbúgvin Cand.merc.aud. og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í BankNordik.
Uppgávurnar hjá Øssuri í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur m.a. at ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið.
Hartil kemur Øssur m.a. at ráðgeva um uttanlandshandil og at umsita ymiskt innan hetta økið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo