Viðmerking til greinina hjá Johnny í Grótinum í Dimmalætting tann 28. mai 2021. Síða 13 undir yvirskriftini Landsbankin dugir tjóðarroknskap. Johnny ger viðmerkingar til grein eg havi skriva við heitinum Debet og kredit eigur at stemma, eisini hjá Landsbankanum, greinin sæst her.
Johnny í Grótinum skrivar:
Gjaldsjavnahagtøl vóru eisini kjakevnið í farna mánað, tá Landsbankin almannakunngjørdi sína árligu frágreiðing um fíggjarliga støðufesti. Tá bleiv Jón Joensen, starvsfólk á Hagstovuni, so skakkur av greiningini hjá Landsbankanum, at hann kendi tørv á at læra tey um debet og kredit. Men her fór tann uppfarandi hagfrøðingurin í stovuhæddini á Albert Hall skeivur í sínum hvassorðaðu viðmerkingum til búskaparfrøðingarnar á ovastu hædd í Albert Hall, hóast Landsbankin heldur ikki vóru nóg neyv í síni greining.
Í síni greining av stóru avlopunum á gjaldsjavnanum tekur Landsbankin støði í vanligu tjóðarroknskaparligu líkningini, at tað má vera samsvar millum broytingar í nettoognini og avlopum á gjaldsjavnanum. Útfrá hesum hugleiðir Landsbankin um tvær bygnaðarligar orsøkir til, at vit støðugt hava havt stór avlop á gjaldsjavnanum síðstu nógvu árini. Onnur er, at føroyska eftirlønaruppsparingin er skjótt vaksandi og verður sett í útlendsk virðisbrøv. Hin er, at føroyskar fyritøkur hava havt stór avlop seinnu árini, sum í tann mun íløgumøguleikarnir í Føroyum eru avmarkaðir verða sett í útlendsk virðisbrøv, antin beinleiðis ella umvegis bankarnar.
Hetta heldur Jón Joensen vera “ørvitistos úr enda í annan”, tá virðisbrøv ikki eru partur av hvørki handils- ella tænastujavnanum, og tí ikki kunnu ávirka gjaldsjavnaúrslitið. Men her gloymir hagfrøðingurin tjóðarroknskaparligu líkningina sum sigur fylgjandi. Um íløgurnar í føroyska búskapin eru minni enn uppsparing okkara, vil hetta økja um nettoogn okkara uttanlands. Og ein øking í nettoogn okkara uttanlands vil sambært gjaldsjavnauppgerðini altíð innibera eitt avlop á gjaldsjavnanum. Sostatt er tað als ikki ørvitistos av Landsbankanum at vísa á, at “stór og varandi avlop kunnu vera tekin um ein veikan búskap við lítlum vøkstri, har kapitalurin leitar sær uttanlands”. Hetta er púra vanlig greining av tjóðarbúskaparligum viðurskiftum, sum flestu lærubøkur í búskaparfrøði eisini umrøða.
Sitat enda.
Johnny sigur í veruleikanum onki um hvat er skeivt við mínum pástandi um at Landsbankin ikki fær debet og kredit at stemma. Hann sigur, at eg havi gloymt tjóðarroknskaparligu líkningina í hesum sambandi. Nei onki havi eg gloymt hendan identitetin. Eg haldi at tað burdi verið óneyðugt at gjørt so nógv burturúr fyri at greiða frá mistøkunum. Hóast nógv brúktur, er tó ivasamt í hvønn mun hesin identiteturin er egnaður til lýsing av gjaldsjavnanum. Men lat fara. Sum so mangur annar vil Johnny lýsa gjaldsjavnan við støði í tjóðarroknskaparlíkningini. Hann skal fáa sín vilja.
Líkningin vit brúka er hendan:
X−M=(S−I)+(T−G)
X er útflutningur, M er innflutningur, S er privata sparingin, I er privatar íløgur, T er skattur og G er almenna nýtslan. Tað vil siga at (X - M) er gjaldsjavnaúrslitið meðan (S - I) + (T - G) er samlaða uppsparingin sum samsvarar við gjaldsjavnaúrslitið.
Sambært Johnny í Grótinum verður tjóðarroknskaparlíkningin tulkað soleiðis: Um íløgurnar í føroyska búskapin eru minni enn uppsparing okkara, vil hetta økja um nettoogn okkara uttanlands. Og ein øking í nettoogn okkara uttanlands vil sambært gjaldsjavnauppgerðini altíð innibera eitt avlop á gjaldsjavnanum.
Hetta er Montanus retorikkur tá hann er best. Tað ber illa til at krógva veruliga boðskapin í líkningini betur. At brúka henda identitetin til nakað skilagott er fyrst og fremst ógvuliga ivasamt. Fyrst og fremst vendir kausaliteturin skeivt, tað vil siga kausaliteturin á transaktiónsstigi. Økingin í nettoogn uttanlands kemur ikki av øktari uppsparing. Tað er økta uppsparingin sum kemur av øktari nettogn uttanlands. Og tað er heldur ikki rætt, at økingin i nettoognini hevur við sær avlop á gjaldsjavnanum. Kausaliteturin vendir eisini skeivt her. Tað rætta er, at avlopið á gjaldsjavnanum hevur við sær broyting i nettoogn, men samlaðu broytingina í nettoognini sært tú ikki fyrr enn tú leggur virðisbroytingin afturat gjaldsjavnaavlopinum. Henda virðisbroyting kann meira enn so eta alt avlopið so nettoognin minkar, og av tí minka uppsparingina.
Siga vit VB er virðisbroyting, er samanhangurin hesin:
(X−M)+VB=>ΔNettoogn=>ΔS
Tulkingin hjá Johnny av identitetinum er í veruleikanum sera áhugaverd. Fyri nøkrum fáum árum síðani setti ES handilsforingar í verk yvirfyri Russlandi vegna hertøkuna av pørtum av Ukraina. Handilsforðingarnar raktu millum annað innflutningin av laksi hjá Russlandi. Av tí at Føroyar ikki vóru við í hesum handilsforðingum hevði tann russiski eftirspurningurin eftir laksi, sera positiva ávirkan á laksaprísin hjá føroyingum. Føroyar fingu stórt avlop á gjaldsjavnanum, sum gav stóran vøkstur í nettoogn mótvegis umheiminum, sum gav stóran vøkstur i uppsparing.
Sambært tulkingini hjá Johnny av identitetinum, var stóri vøksturin í uppsparingini hjá føroyingum, orsøkin til at Putin gjørdi innrás í Ukraina. Skulu vit hava ringa samvitsku?
Keyp av útlendskum virðisbrøvum
Vit vita, at samtykt er við løgtingslóg, at eftirlønaruppsparingin skal vaksa í nøkur ár. Mest sannlíkt verður meginparturin settur í útlendsk virðisbrøv. Men hvat hendir so í líkningini av hesum ávum?
Tá vit keypa útlendsk virðisbrøv, økja vit um virðisbrævagoymsluna í S, men fyri at fáa fatur í virðisbrøvunum mugu vit eisini gjalda fyri tey í útlendskum gjaldoyra, sum harav minkar um likvidetin í S við júst sama tali.
Vit debetera virðisbrævagoymsluna í S og kreditera kassan ella innistandandi í S. Broytingin í uppsparingini er ongin og broytingin í (X - M) er heldur ongin tí hetta er heilt einfalt hvørki vøru- ella tænastuhandil við umheimin. Uppsparingin er í hesum førinum als ikki broytt og báðar síður í líkningini samsvara.
0 = 0, debet og kredit stemmar.
Bið nú grannskoðaran vátta.
Jón Joensen
3. juni
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo